1100 fólk í verkfalli

Kl. 8 hósmorgunin løgdu semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Petersen fram semingsuppskot í sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið

Starvsmannafelagið góðtók semjuna, meðan Fíggjarmálaráðið vrakaði semjuna. Sostatt er eingin sáttmáli galdandi á økinum, fyri teir limirnar í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum.
Harvið er verkbann, og allir limir á sáttmálaøkinum, uttan undantak, fóru tí til hús henda dagn.
Íalt snýr tað seg um eini 1100 fólk.