Tvøroyrar kommuna hevur í løtuni 11 tøk grundstykki til sølu í Heiðatrøðini. Hetta eru grundstykki, sum liggja væl fyri, og haðani útsýnið er gott.
Á heimasíðuni hjá kommununi, har eisini verður víst á, hvussu hendur fæst á umsóknarblaði, verður sagt, at prísurin fyri hesi grundstykki er 265 krónur fyri fermeturin, og tá er vatn-og kloakkíbindingargjald íroknað.
- Tað ber til at umbiða eitt frítt stykkið, uttan at tað er bindandi. Hetta merkir, at kommunan fyrst spyr tey á bíðalistanum, áðrenn grundstykkið verður selt øðrum, sigur Tvøroyrar kommuna.










