11 samkynd pør gift í Føroyum

Tað eru fýra ár síðani, at løgtingið samtykti, at samkynd pør kundu giftast í Føroyum

Tað eru higartil 11 samkynd pør, ið eru gift í Føroyum.

Tað vísa tølini, ið Sosialurin hevur innsavnað frá kommunum og sýslumonnum í Føroyum.

Tað var 1. juli í 2017 at lógin um samkynda giftu kom í gildi í Føroyum, og síðani tá eru 11 samkynd pør gift her á landi.

Flestu teirra eru gift í Havn, og tað eru als ikki allar kommunurnar, ið higartil hava roynt at víga samkynd pør.

Meira er at lesa um samkyndar giftur í mikudagssosialinum.