Flestu journlistar í heiminum høvdu givið sín høgra arm fyri eina eksklusiva samrøðu við Obama forseta. Men hóast ein starvast í New York Times, Washington Post ella hjá øðrum heimskendum miðlum, er tað sjáldan ein møguleiki. Men tað ber væl til, tá ið man er 11 ár og journalist á sjónvarpsrásini hjá skúlanum KEC, á einum lítlum skúla við navninum Cunningham Canal Elementary School í einum fátøkum staði í Florida.
Her fekk stjørnureportarin hjá skúlanum nevniliga eina samrøðu við sjálvan forsetan, har teir kjakaðust um útbúgvingarpolitikk og evnini hjá Obama í ítrótti.
Hesin ungi reportarin er ikki óroyndur, tá ið talan er um politiskar samrøður. Undir forsetavalinum í Amerika fekk ungi journalisturin nógv uppmerksemi, tí hann longu tá royndi at fáa eina samrøðu við Barack Obama.
Hetta eydnaðist ikki, men har aftur ímóti fekk ungi drongurin eina samrøðu við varaforsetan Joe Biden og Colin Powell.
Samrøðan kann síggjast her.. www.bt.dk/udland/11-aarig-journalist-interviewer-obama










