Fyri fyrstu ferð í 11 ár og 43 dystir, megnaði Igor Akinfeev í gjár at halda málið reint, tá CSKA Moskva vann 2-0 á Benfica í Champions League bólkaspælinum, skrivar uefa.com.
CSKA Moskva hevur enn ein møguleika at vinna seg víðari úr bólkaspælinum, men tað kravdi ein sigur á Benfica í gjár. Sigurin á 2-0 bleiv nærmast søguligur, tí tað er fyrstu ferð í yvir 11 ár, ella 43 Champions League dystum, at málverjin Igor Akinfeev megnaði at halda málið reint.
Seinast hann kláraði tað í Champions League samanhangi var í 2006, tá CSKA Moskva spældi 0-0 móti einum Arsenal liði við Thierry Henry og Robin van Persie á liðnum.
Igor Akinfeev er eisini kendur fyri, at hava verið avbera góður í telduspælinum, Football Manager, har tú kanst verða venjari hjá einum felagi. Hann hevur í dag ikki livað heilt upp til heitið sum heimsklassi, ið hann var í onkrum av teimum spølunum, men nú hevur hann so eitt sokallað “Clean Sheet”.