Tað er trupult at reka kommersiellar miðlar í Føroyum. Men tað er ein himmalvíður munur á at reka privatar miðlar, sum bara verða riknir út frá handilsligum fortreytum, og kappast við Kringvarpið um lýsingarmarknaðin. Kringvarpið, sum hevur slakar 47 milliónir krónur í almennum stuðuli pluss eitt ókeypis sendinet frá løgtinginum, er størsta hóttanin móti privatu miðlunum í Føroyum.
Vit kunnu so bara staðfesta, at meðan løgtingið ongar trupulleikar hevði av at útvega Kringvarpinum 4,7 milliónir í eyka inntøku, so er trupult at gera nakað við kappingaravlagingina hjá Kringvarpinum, sum er vælsignað av landsstýri og løgtingi.
Soleiðis er politiskt atgerðarloysi størsta hóttanin móti privatum miðlum í Føroyum. Vit bíða í spenningi eftir niðurstøðuni hjá Fjølmiðlakommissiónini, hóast sera ótolin...