Seinasta samdøgur eru 11 nýggir tilburðir við covid-19 staðfestir í Grønlandi. Tað merkir, at samlaða talið av aktivum smittaðum í løtuni er 89 í mun til 79 dagin fyri.
Talan er um átta nýggjar tilburðir í Qeqqata kommunu. Tað er her, at býirnir, Sisimiut og Maniitsoq, eru. Haraftrat eru tveir tilburðir í Sermersooq og ein í Avannaata kommunu.
Í Sisimiut hevur verið arbeitt hart í seinastuni fyri at minka um smittuna, men nú hevur smitta eisini rakt háskúlan í býnum, Knud Rasmussens Háskúla.
Ein smittaður hevur verið á skúlanum, og tískil er skúlin nú stongdur fyribil. Tað skrivar fyristøðumaðurin á skúlanum á Facebook, og tað er Sermitsiaq sum endurgevur.
Lærarar og næmingar á skúlanum skulu nú kannast, og eftirlit skal verða við, hvør kemur inn á skúlan.
- Allar hurðar til háskúlan eru stongdar. Fólk, sum gjara vilja inn á skúlan, skulu kunna vísa fram eina konoru-váttan, skrivar fyristøðumaðurin, Axel Lund Olsen.











