TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein samandrátt uppá 11 minuttir og 15 sekund frá góða 25-21 sigrinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum á Litava í HM-undankappingini sum er í Sveis í hesum døgum.
Sjúrður Hildarson Hoydal segði beinleiðis frá dystinum á FM1.
Á ljóðfíluni hoyra vit frásagnir frá góðum føroyskum málum og góðum bjargingum hjá Viviann Petersen í tí føroyska málinum, ið var vald at verða dagsins spælari hjá Føroyum.
Í morgin klokkan 14 spæla Føroyar ímóti Sveis sum er vertstjóðin. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.