11. mars 1998

Fólkatingsval verður mikudagin 11. mars. Hetta val er útskrivað í ótíð, og eingin ivi er um, at bankamálið eigur sín leiklut í hesum.

So skjótt sum valið var útskrivað gloymdu donsku fjølmiðlarnir alt annað. Spurningurin bleiv nú, hvønn teir ymisku floksleiðararnir vildu peika á, sum forsætismálaráðharra.

Hetta kom ikki so illa við hjá sosialdemokratisku stjórnini, sum nærum var komin í rasshaft av viðurskiftunum við Føroyar.

Føroyingar fáa nú eisini høvi til at velja umboð á Danating. Umboðini sum hava sitið seinastu árini hava í fjølmiðlunum greitt okkum frá, at teirra arbeiði á danatingi hevur verið so gott, at tað einasta rætta er at velja teir aftur.

Eingin ivi man vera um, at hesir menn meina tað í álvara, at teir hava gjørt eitt dygdargott arbeiði á Christiansborg.

Men vit sum eru her heima undrast yvir, hví einki hoyrdist frá umboðum okkara tá ástóð og danir kundu ráðaleggja einsamallir í føroyskum viðurskiftum.

Eisini fer ein at ivast í, at tann listi av avrikum sum teir hava lagt fram er heilt í tráð við verunleikan. Vit hava einki hoyrt um hesi avrik fyrr.

Hesin mistankin verður styrktur á ein sær tað eina umboðið, Jóhannes Martin Olsen greiða frá, at Sambandsflokkurin var tann fyrsti føroyski flokkurin á internetinum.

Hetta er ikki rætt, Sjálvstýrisflokkurin var tann fyrsti føroyski flokkurin á internetinum og átti Jóhannus Martin at lagt merki til tað, tá hann fór at leita á netinum.

Internetið er eisini á fyrsta sinni brúkt í valkampinum í Føroyum, og alt gott um tað, men tað sum fyrst og fremst má vera kravt av persóni sum fer at umboða okkum á danatingi er, at hann setur seg inn í tingini og ber tey fram soleiðis sum tey eru.

Sjálvstýrisflokkurin hevur trý valevni til fólkatingsvalið. Øll eru tey sinnaið til at taka av, um so er at verljarin ynskir eina sjálvstýrisrødd á danatingi.

Far tí á val, og vel Sjálvstýrisflokkin, ella eitt av valevnum Sjálvstýrisfloksins.


Sámal Petur í Grund