Við teimum 11 ferðamannaskipunum koma túsundtals ferðafólk, sum øll vilja sleppa at uppliva sólarmyrkingina. Júst hvussu nógv ferðafólkini vera í tali, ber ikki til at siga í løtuni, tí havnarskrivstovurnar fáa ikki nágreiniligu ferðafólkatølini fyrr enn stutt undan, at skipini koma.
Tey 11 ferðamannaskipini koma øll í føroyska havn annaðhvørt stutt undan ella beint eftir sólarmyrkingina. Bert tvey av skipunum koma at liggja í Havn, meðan sólarmyrkingin fer fram. Hini hava øll valt at vera úti á havinum ella sigla millum oyggjarnar fríggjamorgunin 20. mars, tá ið stóra hendingin verður.
Av teimum 11 ferðamannaskipunum, sum koma til Føroya í næstum, fara tey átta at leggja leiðina inn á Havnina, meðan hini trý øll fara at leggja at bryggju í Runavík.
Men tað eru ikki bert útlendsku ferðamannaskipini, ið hava ætlanir um at sigla millum oyggjarnar ella kring Føroyar, tá ið sólarmyrkingin verður. Eisini Norrøna loysir frá bryggju fríggjamorgunin 20. mars. Hjá Smyril Line verður upplýst, at um veðrið verður til vildar, so fer Norrøna at leggja seg eystan fyri Nólsoynna, tá ið sólarmyrkingin verður.
Norrøna kemur úr Hirtshals til Føroya mánamorgunin 16. mars, er tað við ikki færri enn 730 útlendskum ferðafólkum umborð. Fleiri av hesum hava lagt sær ætlanir um at uppliva sólarmyrkingina ymsastaðnis í Føroyum, men fleiri hava eisini áhuga í at vera umborð á Norrønu.