Ólavsøkan nærkast, og eins og undanfarin ár skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Doktaragrund úti á Reyní Havni.
Hetta er 11. ferð á rað, at Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi Ólavsøkudag. Bæði røður og tónleikur eru á skránni. Birita í Dali, Dávid Isfeld og Kai Vágfjall flyta fram røðu, og Tróndur Enni spælir nøkur løg.
Fólkafundurin verður 29. juli klokkan 19.










