Ígjár ferðaðust Áki Egilsnes, Allan Norðfoss og liðfelagarnir í KA av Akureyri til Reykjavíkar fyri at spæla móti Fram Reykjavík.
Fram hevði undan dystinum vunnið tríggjar dystir á rað, men tað eydnaðist KA at steðga hesari sigursrøðini við at vinna 27-25. KA var á odda 14-10 í steðginum, og KA var eitt skiftið á odda 21-16. Men so hálaði Fram væl inn á KA og kom uppá 23-24, men tað eydnaðist føroyingaliðnum at halda høvdið kalt seinastu løtuna og fáa sigurin til høldar.
Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti hjá KA við sjey málum. Allan Norðfoss skoraði fýra mál fyri KA.
Komandi sunnudag tekur KA móti FH sum liggur næstfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Støðan:
Ólisdeildin | |||
Haukar | 8 dystir | 207:193 | 14 stig |
Afturelding | 8 | 212:200 | 12 |
FH | 8 | 221:212 | 11 |
ÍR | 8 | 235:217 | 10 |
Selfoss | 7 | 213:212 | 9 |
ÍBV | 8 | 216:206 | 9 |
Valur | 8 | 197:186 | 7 |
KA | 8 dystir | 225:224 | 7 stig |
Fram | 8 | 197:197 | 6 |
Fjölnir | 8 | 205:230 | 5 |
Stjarnan | 7 | 170:188 | 4 |
HK | 8 | 193:226 | 0 |