11 fólk druknað í Grønlandi seinasta mánaðin

Druknivanlukkur hava seinasta mánaðin kravt 11 mannalív í Grønlandi - í gjár doyði ein 9 ára gomul genta

Hetta hevur verið ein syndarligur mánaði í Grønlandi. Heili 11 fólk eru hesar seinastu vikurnar druknað  – tey flestu í sambandi við, at smábátar eru soknir.

Tað skrivar blaðið Sermitsiaq.

Mikudagin doyði ein 9 ára gomul genta á vatninum Ujaralik nærindis Aasiaat. Gentan svam á vatninum, tá ið vanlukkan hendi, og løgreglan kannar nú neyvu umstøðurnar kring vanlukkuna.

Fyri stívliga einum mánaði síðani doyðu tveir menn og ein kvinna, tá ið jollan, tey vóru í, sakk. Ein 13 ára gamal drongur varð bjargaður frá vanlukkuni.

Tá ið flóðalda fyri tveimum vikum síðani rakti Nuugaatsiaq, vórðu trý vaksin fólk og eitt barn tikin av flóðalduni og blivu burtur.

Og í farnu viku doyðu eitt foreldrapar og tvey av teirra børnum í Diskovíkini, tá ið báturin hjá teimum sakk. Ein ung kvinna yvirlivdi vanlukkuna.

Harvið hava heili 11 fólk mist lívið í druknivanlukkum, skrivar Sermitsiaq.