Í Týsklandi hevur tarmbakterian VTEC kravt eitt mannalív afturat, og í Danmark eru 11 fólk løgd á sjúkrahús við sjúkuni. Danska heilsustýrið sigur, at fimm av teimum 11, sum eru á sjúkrahúsi, hava fingið tað hættisliga slagið av bakteriuni, sum kann hava við sær, at nýruni svíkja. Felags fyri øll 11 er, at tey hava verið í Týsklandi í seinastuni.
Heilsustýrið ræður fólki frá at eta ráar tomatir, agurkur og salat úr Týsklandi og Spania. Samstundis verður kannað, um bakterian er í donskum agurkum, og tað úrslitið kemur í morgin. Heilsustýrið hevur tó sagt, at tað væntar ikki, at nakar trupulleiki er við donskum grønmeti.