Val til eldraráðið í Tórshavnar kommunu verður í heyst.
Nú freistin er úti at stilla upp til valið, er greitt, at 11 fólk bjóða seg fram, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Á listanum eru átta kvinnur og tríggir menn:
Eyrith Guttesen Leyni, Tórshavn
Brynhild Danielsen, Tórshavn
Julianna Klett, Tórshavn
Ása A. Østerø, Tórshavn
Torgerð Dam, Kollafjørður
Niels Pauli Danielsen, Tórshavn
Petur Rouch, Tórshavn
Eydna Háberg, Tórshavn
Katrin Holm, Tórshavn
Helgi Hansen, Argir
Suffía Eliasen, Tórshavn
Borgarar í kommuni, sum eru 60 ár og eldri tann 18. oktober, fáa í næstum eitt skriv sendandi, við leiðbeining hvussu valið fer fram.