Tað er runavíkingurin Jákup Emil Hansen, sum lesur stjórnmálafrøði í Danmark, komin fram til. Eftir sigurin á Estlandi sá Jákup Emil, at styrkislistadysturin millum Wales og Føroyar kundi blíva óvanliga tættur. Tí fór hann sjálvur at rokna upp á úrslitini og fann fram til, at Føroyar hava munin.
– Tað skal so ómetaliga lítið til at broyta støðuna á styrkislistanum. Og gjøgnumskygni, FIFA tosar um, sæst ikki aftur í útrokningarskipanini, heldur Jákup Emil Hansen. Sjálvur útrokningarfrymilin er at finna á heimasíðuni hjá FIFA, men hvussu hann skal lesast og síðani brúkast, er rættiliga torgreitt.
Tað, Jákup Emil Hansen er komin fram til, er, at Føroyar hava 273,4821429 stig – neyvt sama úrslit sum football-rankings.info. So hevur hann eisini roknað seg fram til, at Wales hevur 273,3584416 stig. Altso er Føroyar frammanfyri við evarska smáum desimalum.
Her er tað so, at 11. august 2010 kemur upp í myndina. Tá spældu Wales og Luksemburg venjingardyst klokkan 19.45, sum Wales vann 5-1. Styrkislistin hjá FIFA kom út sama dag, men fyrrapart, tað vil siga áðrenn dystin. Og sambært hesum lista lógu Luksemburg nummar 117 á listanum.
Dagin fyri, tá styrkislistin frá 14. juli framvegis var galdandi, lá Luksemburg nummar 116. Tekur tú útgangsstøði í tí, so er tað, at Wales endar omanfyri Føroyar. Jákup Emil Hansen hevur roknað seg fram til, at tá fær Wales 273,7334416 stig.
– Tá listin verður kunngjørdur áðrenn dystin, meti eg, at útrokningin skal taka útgangsstøði í listanum frá 11. august og ikki 14. juli, sigur Jákup Emil Hansen.