11,74 krónur fyri kilo

Ein vanligan søludag á Fiskamarknaði Føroya, tá eingi dýr fiskasløg eru á marknaðinum, sum eitt nú havtaska ella reyðsprøka, liggur miðalprísurin sum oftast øðru megin 12 krónur fyri kilo

?Fiskamarknaður Føroya seldi mánadagin góð 26 tons av fiski fyri slakar 307.000 krónur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 11,74 krónur fyri kilo.??
Størstu einstøku nøgdirnar vóru kongafiskur, umleið 7 tons tilsamans. Besti miðalprísur fyri kongafisk var 10,86.??
Næst størstu einstøku nøgdirnar vóru longa, sløk 6 tons tilsamans, Besti miðalprísur á longu var 13,80 krónur fyri kilo.??
Umleið 3,5 tons av toski vórðu eisini seld á marknaðinum í gjár. Frægastu nøgdirnar vóru av toski 3, 1,8 tons tilsamans, sum fingu miðalprísin 14,57.??
Eitt sløð var eisini av blálongu, umleið 2,2 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 7,80 kónur fyri kilo.
Tá eingi dýr fiskasløg eru á marknaðinum, sum eitt nú havtaska ella reyðsprøka, liggur miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya sum oftast øðru megin 12 krónur fyri kilo.