11.300 arbeiðsleysir íslendingar

Arbeiðsloysið í Íslandi veksur í hvørjum. Tey seinastu tølini hjá Vinnumálastovninum siga, at 11.305 fólk eru skrásett sum arbiðsleys. Talan er um 7.101 menn og 4.204 kvinnur. Yvirlitið hjá stovninum vísir eisini, at nógv tey flestu arbeiðsleysu ella næstan 7.000 búgva í høvuðsstaðnum Reykjavík og har um vegir. Vinnumálastovnurin sigur, at arbeiðsloysið vaks heili 45 prosent frá november til desember, og stovnurin væntar framhaldandi vøkstur og serliga í byggivinnuni og tænastuvinnunum.