Elsta kvinna í Noregi, Gunhild Lyse, er deyð, 108 ára gomul. Myndin oman fyri er tikin á hennara 108 ára degi í fjør summar.
Tað veit norska kringvarpið - NRK - at siga.
Men, hóast hin elsta nú er farin, er ein onnur kvinna í Noregi eisini 108 ár, men hon er nakrar mánaðir yngri enn Gunhild var.
Fleiri eru 107, soleiðis sum sæst á einum yvirliti her niðan fyri, sum NRK almannakunnger.
- Tað einasta, sum øll menniskju vita, er, at ein dag er lívið komið at enda. Men, hjá Gunhild Lyse, gjørdist lívið langt.
Hon doyði fyrr í vikuni.
- Tað var ikki óvæntað. Hon var gomul og mett av døgum. Hon gjørdist veikari og veikari, og nú at enda doyði hon.
Tað sigur elsti sonurin, 81 ára gamli, Per Jarle Lyse.
Um mammu sína sigur hann, at hon var eitt arbeiðsgrev. Henni dámdi at ganga túrar; hon var sosial og dámdi væl at lesa yrkingar.
NRK skrivar, at alt bendir á, at metið hjá Gunhild Lyse skjótt verður sligið.
- Livialdurin hjá fólkinum veksur, og í dag gerast fólk tvífalt so gomul sum í 1850-unum, skrivar NRK.
##med2##