107 druknað í vatnflóð í Kina

Tað hevur verið av ringasta veðri í fleiri kinesiskum landspørtum ta seinastu tíðina, og sambært myndugleikunum eru minst 107 fólk deyð, og 59 onnur eru ikki komin afturíaftur.

Óvanliga nógv regn hevur gjørt, at áin Chang Jiang er farin upp um áarbakkarnar. Myndugleikarnir hava flutt næstan eina millión fólk burtur frá vatnflóðini, og teir stúra fyri, at vatnflóðin hevur kravt væl fleiri mannalív enn hildið.

Tað nógva regnið hevur eisini elvt til skriðulop nógvastaðni, og nógv hús eru oyðiløgd.

Tað er vanligt við vatnflóð í regntíðini í Kina, og sambært myndugleikunum hevur regntíðin higartil í ár gjørt skaða fyri næstan 17 milliardir dollarar.