Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høje, segði í gjár, at Noreg er nú í triðju bylgjuni við koronu-smittu, og hann helt tað vera órógvandi, at fleiri fólk í góðum árum - harav átta fólk, sum eru yngri enn 30 ár - eftir einari viku eru innløgd á sjúkrahús við koronu.
Týsdagin setti Noreg nýtt met í smittutilburðum, og mikudagin hevði landið annan dagin á rað fleiri enn 1000 smittutilburðir. Nýggjastu tølini í Noregi, sum vórðu kunngjørd um midnáttarleitið í nátt, siga, at 1064 tilburðir vóru seinasta samdøgur.
Virkandi heilsustjórin í Noregi, Espen Rostrup Nakstad, sigur seg vænta, at smittutølini helst fara at veksa nakað enn. - Vit hava virus-frábrigdið úr Stórabretlandi, sum smittar munandi verri, og tað er ikki óvæntað, at smittutølini í løtuni veksa, legði hann aftrat.