Tað eru í dag júst 105 ár síaðni, at Klaksvíkarítróttarfelag varð stovnað. Hetta skrivar felagið á heimasíðu sínari. Her verður eisini endurgivið úr 50 ára minnisritinum, sum John Reid Bjartalíð skrivaði á sinni: »Ár 1904 tann 24. august var tað at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handilinum á Biskopsstøð. Fundarevni var: at stovnað eitt ítróttarfelag í Klakksvík.« Fyrsti formaðurin hjá KÍ var annars Haral Haraldsen, vanliga nevndur Harald á trappuni.