104 ár og útskrivað eftir covid-19

Kvinnan, sum hevur yvirlivað sponsku sjúku, tveir heimsbardagar og eitt borgarakríggj, klárar seg sjálv og er nú farin heim til sín sjálvs at hvíla seg.

 

Eftir at hava ligið tvær vikur á sjúkrahúsi, varð 104 ára gamla spanska kvinnan, Elena, nú um dagarnar útskrivað av sjúkrahúsinum - Gregorio Marañón - í Madrid. Bæði heilsustarvsfólk og læknar fegnaðust, tá hon slapp heim aftur til sín sjálv, har hon býr einsamøll og klárar seg sjálva.

- Takk, øll somul og góða heilsu, segði hon, tá hon fór av sjúkrahúsinum. 

Í fjør vetur varð hon sambært sponsku tíðindastovuni - El Pais - eisini innløgd á sama sjúkrahús við herviligari krímsjúku, og nú hevur hon eisini yvirlivað koronu-smittu. Hon er samstundis elsta fólk í Spania, sum er vorðið frískt og útskrivað eftir covid-19.

- Elena er ein yvirlivari. Í fjør yvirlivdi hon at vera innløgd við influensa A, og hesaferð fekk hon lungnabruna orsakað av covid-19, sigur læknin, sum hevur viðgjørt hina 104 ára gomlu, Alejandre de Oña.

Elena varð fødd tvey ár, áðrenn deyðiliga spanska sjúkan breyt út. Hon hevur soleiðis yvirliva sponsku sjúku, tveir heimsbardagar og spanska borgarakríggið.

Gregorio Marañón er eitt av sjúkrahúsunum í Spania, sum hevur viðgjørt flest koronu-sjúk. Elena er nummar 4149, sum er útskrivað av sjúkrahúsinum, síðan farsóttin tók seg upp.