Mentanargrunnur Landsins hevur gjørt av, hvør skal fáa starvslønir frá grunninum í ár. Tónaskaldið og tónleikarin Kristian Blak fær frá Mentanargrunni landsins starvløn frá Mentanargrunninum til listaligt og mentanarligt arbeiði tey næstu trý árini.
Hann fekk størsta lutin av peninginum, Mentanargrunnurin hevur at býta út millum føroysk menta- og listafólk, ið søkja grunnin eftir starvslønum.
Starvslønin er 20.073,58 kr. um mánaðin. Starvslønirnar eru frá einum mánaði til 36 mánaðir.
Andrias Andreassen, myndahøggari, hevur fingið starvsløn í eitt ár. Tað hevur Marianne Clausen, tónlistagranskari, eisini fingið.
Jóanes Nielsen, rithøvundur, hevur fingið starvsløn í seks mánaðir.
Upplýst verður, at í alt 102 mánaðarlønir fyri góðar tvær milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði.
Áhugin fyri at ogna sær eitt petti av kakuni er stórur ? 89 umsóknir vóru tilsamans og vórðu 36 játtaðar.
Starvslønir eru játtaðar til myndlistafólk, tónlistafólk, rithøvundar og til siðsøguligt arbeiði.