Eins og føroyingar flestir var Karl Jacob sera spentur at sleppa at royna Norðoyatunnilin, og 5. mai upprann so dagurin. Hann gjørdist ovfarin av tunlinum og endurtók upp í saman: Eg havi livað í eini býttari verð, tað má eg siga. Eg visti als ikki, at Føroyar vórðu vorðnar so stórar, og at so nógv er bygt allastaðni!
Í Klaksvík var hann á cafe hjá Jórun. Tá hann so koyrdi gjøgnum Klaksvíkina, undraðist hann á, hvussu ómetaliga nógv var broytt har, síðani hann í 1923 var ein stuttleikatúr har norðuri saman við øðrum unglingum frá Gjógv.
Úr Klaksvík gekk ferðin víðari í gjøgnum teir gomlu tunlarnar og norður til Viðareiðis. Í Hvannasundi tók hann nakað soleiðis til: Saman við øðrum gjáarmonnum havi eg róð mangan túrin frá Gjógv til Hvannasunds eftir øðu, og nú eri eg aftur her sitandi tað er ringt at forstanda hjá mær!
Tá ið hann kom aftur á Ellisheimið í Runavík, helt hann fyri: Vænti ikki at uppliva tað sjálvur; men um fá ár verður koyrandi av Skálafjørðinum til Havnar. At gera tann tunnilin haldi eg vera púra beint, tí tunlarnir gera Føroyar størri.
Karl Jacob var sera væl nøgdur við túrin og er nú farin at tosa um at sleppa til Gásadals eisini, tí har hevur hann ongatíð verið