? Hatta var endaligi dómurin yvir reiðaríið hjá Sverra Ólasyni. Landsstýrið hevur avgjørt at reiðaríið onga toskakvotu fær úr Barentshavinum.
Tað er ikki tað einasta Henrik Old er uppøstur um.
? Hetta ger at grundarlagið verður tikið undan reiðarínum. Nú hava teir ongan møguleika at útvega sær nýggja bát.
? Tað merkir so aftur, at tað rúka 700 tons av upsa av Norðsjóvarkvotuni eisini sigur Henrik Old.
Hann finst harðliga at framferðini hjá landsstýrinum. Og ein av orsøkunum er, at tá Sveeri Ólason kom úr Íslandi í fjør, so vísti tað seg, at hann ikki slapp í norskan sjógv at royna, tí skipið, meðan tað var íslendskt, hevði roynt í loynikrókinum.
? Hetta hevði ongin kunnað reiðaran um, fyrr enn hann kom til fiskiskap.
Tað at upsakvotan í Norðsjónum rýkur er Henrik Old sera keddur av.
? Hetta vóru einastu menn, sum gjørdu brúk av føroysku upsakvotuni í Norðsjónum.
? Einir 16 til 18 mans missa nú endaliga møguleikan at koma aftur við hesum reiðarínum, tí kvotan er tikin frá teimum.
Henrik Old heldur at landsstýrið hevur borið seg rættiliga skeivt at og sigur at enda:
? Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava gjørt 10 ára umsetiligar fiskikvotur.
? Eru hesar bert galdandi fyri nakrar, spyr hann
Andras Kristiansen í Fiskivinnustýrinum heldur ikki, at landsstýrið hevur borið seg skeivt at.
? Tá ið reiðaríið avgjørdi at selja seinna skipið til Íslands bóðu teir ikki um innflutningsloyvi til annað skip. Hetta gjørdu teir í síðstu viku, men tá vóru kvoturnar í Barentshavinum longu býttar út.
? Tað vit hava møguleika at bjóða teimum er kvota í Norðsjónum og tað hevur reiðaríið fingið boð um, sigur Andras Kristiansen at enda.