Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:
Nøgdsemið millum tey lesandi á Fróðskaparsetri Føroya er stórt, tá tey í kanningum verða spurd um sínar útbúgvingar. – Við nýggjum kampus og betri kørmum um lestrarlívið sum heild, kann talið á lesandi í Føroyum vaksa heilt fitt, heldur Martin Tvede Zachariasen, rektari
Nanny J. Toftegaard
Á Fróðskaparsetri Føroya kanst tú lesa diplom, bachelor, master, hjánám og ph.d. Útbúgvingartilboð av øllum handaslagi eru til tey, sum vilja arbeiða við menniskjum, náttúruvísindum, mentan, samfelagsviðurskiftum og øðrum fakøkjum, sum hoyra til.
Føroya einasta universitet veitir útbúgvingar á altjóða stigi, men sum eisini hava føroyskt jørðildi, sum gevur førleikar, sum lesandi uttanlands mugu nema sær, um ella tá tey koma aftur til Føroya at arbeiða.
– Ja, mangir fyrimunir eru við at taka eina hægri útbúgving í Føroyum, sigur Martin Tvede Zacariasen, rektari.
Trivnaðarkanningar millum tey umleið 1000 lesandi á Setrinum bera eisini boð um, at t.d. tætta sambandið, sum er millum lesandi og undirvísarar og vegleiðarar, gevur okkurt eyka til lesturin, umframt at lætt er at byggja brúgv til viðkomandi arbeiðsgevarar undir lestrinum.
– Okkara kanningar vísa sórt nøgdsemi millum tey lesandi við sínar útbúgvingar, umframt at arbeiðsgevarar eru grammir eftir at seta fólk í starv, sum hava prógv frá okkum. So at siga øll eru í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir enn hægri lestur eitt ár eftir staðið prógv, greiðir rektarin frá.
Men Føroyar hava sum land eina stóra avbjóðing við stóru fráflytingini av ungum, sum ikki koma aftur eftir loknan lestur uttanlands.
Tað gav ein skelk, tá ein kanning hjá Hægri Námi í fjør vísti, at bara 16 prosent av landins elstu miðnámsskúlanæmingum søgdu seg ætla at taka hægri útbúgving í Føroyum. So lágt hevur talið ikki verið áður, og tá Hagstovan samstundis staðfestir, at bara helvtin av teimum ungu, sum fara av landinum at lesa, koma heimaftur, so blunka samfelagslampurnar reytt.
– Eg haldi, at vit á Setrinum hava mong og góð útbúgvingartilboð, og vit arbeiða eisini støðugt við at menna nýggjar útbúgvingar. Men eitt lestrarlív er meira enn sjálv útbúgvingin. Tað snýr seg eisini um at hava ein góðan lestrarbústað, sum tú megnar at rinda fyri, og har haltar tað í Føroyum, sigur Martin Tvede Zachariasen, sum leggur áherðslu á, hvussu átrokandi tað er, at vit sum land skapa betri karmar um lestrarlívið hjá okkara lesandi her.
– Lestrarbústaðir skulu til í stórum tali, og so skal eisini eitt gott kampus vera, har tey lesandi trívast væl, hava góðar umstøður og kunnu hittast tvørtur um lestrarmørk. Tíbetur gongst væl við at fáa kampusætlanina framda í verki, sigur rektarin.
Martin Tvede Zachariasengreiðir frá, at tann nýggi felagsbygningurin, sum tey kalla “hjartað í kampus”, skjótt fer í útboð.
– Vit vóna, at Løgtingið í næstum samtykkir at veita fígging, soleiðis at bygningurin er klárur um 4,5 ár. Felagsbygningurin fer at lyfta alt virksemið á Fróðskaparsetrinum; har verður kantina, bókasavn, auditorium og mong støð til lesandi at arbeiða og koma saman sosialt. Hesin bygningurin verður eitt samlingspunkt hjá lesandi og starvsfólki á Setrinum, umframt at hann verður opin fyri almenninginum eisini.
Somuleiðis verður arbeitt við at umskapa gamla Venjingarskúlan, sum liggur eitt hanagleiv frá komandi felagsbygninginum til ein nútímans universitetsbygning. Har skal Námsvísindadeildin, Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi halda til.
Lesið meira um útbúgvingarnar á Setrinum á setur.fo
Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her













