1000 fólk um dagin

Vágur: Tað sær ikki út av so nógvum - Torgið, mitt í Vági. Ein vanligur handilsbygningur uttan, men innan ein livandi handilsmiðstøð, har vágbingar og fólk í hundraðtali vitja hvønn einasta dag. - Vit hava í miðal væl omanfyri 1000 transaksjónir við kassarnar um dagin, sigur stjórin í Torginum, Arni Brattaberg.

Mánadagin í farnu viku vóru liðin júst tvey ár, síðani henda handilsmiðstøðin lat upp - leygardagin 14. juni í 2008.

Eftir drúgva fyrireiking var nú komið so langt, at Arni Brattaberg kundi bjóða vælkomin inn í hesa fyrstu miðstøðina av slíkum slagi í oynni.

Nógv fólk var samankomið hesa løtuna, og kom tað ikki av ongum: Hetta er rætt og slætt fyrsti handil sum er bygdur sum ein slíkur, síðani Keypssamtøkan lat upp sín handil á Tvøroyri miðskeiðis í 80’unum.

- Vit kunnu í dag bara fegnast um, at fólk her í oynni hava tikið sera væl ímóti okkara tilboði, greiðir Arni Brattaberg frá. - Hygg bara, hasi sum standa í kø’ini við kassan beint nú. Annað teirra er úr Hovi og hin úr Sumba.


Hart

Tað vóru kanska tey sum høvdu lítlar vónir um, at tað kundi bera til at byggja eina so snotuliga handilsmiðstøð í sunnaru helvt av Suðuroynni.

Tey høvdu helst partvíst rætt í hesum. Latið varð upp í eini tíð sum var merkt av kreppu og arbeiðsloysi í sunnaru helvt av Suðuroynni.

Tað er helst so sum Arni Brattaberg sjálvur tekur til: - Vit fingu lán og bygdu í eini dýrari tíð, og lótu upp, tá kreppa var í landinum.

- Men vit hava so prógvað, at tað ber til at yvirliva við eini slíkari handilsmiðstøð í Vági. Tað hevur verið hart, men vit klára tað, slær hann fast.

Ein orsøk til hetta er uttan iva hon, at her í lítlu, men kortini sera rúmligu miðstøðini fær ein farið til handils í fleiri ymiskum handlum undir sama taki: Her er matvøruhandil, mótahandil við damuklæðum, gávubúð, vørur frá Sirri og ein kaffikrókur.

Eisini útlendingar vísa Torginum ans. Ein donsk kona kom á gátt, og greiddi hugtikin Arna Brattaberg frá, at hetta føldist sum at koma inn í ein terminal á einum flogvølli, tí her var so rúmligt.

- Hon hevði vist rætt í tí, sigur Arni við einum brosi.