1000 børn særd ella dripin í Ukraina

Barnahjálparfelagsskapurin - Red Barnet - hevur fingið váttað, at 1000 børn antin eru dripin ella særd í Ukraina, síðan Russland leyp á.

 

Síðan russisku innrásina í Ukraina eru í miðal fimm børn antin dripin ella særd í krígnum - um dagin.

Tað var hin 24. februar í ár, at stóra krígsmaskinan hjá russum gjørdi innrás og leyp á Ukraina.

 

Síðan henda dag eru í miðal fimm børn antin dripin ella særd í krígnum.

 

Tað vísir ein greining, sum barnahjálparfelagsskapurin - Red Barnet - hevur gjørd og sum byggir á tøl hjá ST, Sameindum Tjóðum.

 

Neyvari verður sagt í frágreiðingini, at í minsta lagi 372 børn eru dripin og 635 eru særd.

 

- Fyrilitarleys valdsnýtsla, eitt nú við spreingiløðingum í býarøkjum, hevur gingið hart út yvir børnini hesar seinastu seks mánaðirnar.

 

Sonja Khush, deildarstjóri hjá Red Barnet, vísir á, at hesir mánaðirnir við kríggi koma oman yvir tað stríð, sum hevur verið har eysturi í Ukraina seinastu átta árini.

 

Red Barnet vísir á, at so leingi, sum bardagarnir har eysturi og suðuri í landinum halda fram, og loftálop kunnu væntast um alt landið, noyðast nógv børn at søkja sær skjól í bygningum, sum verða álopnir.

 

- Tey, sum yvirliva, eru í stórum vanda fyri at fáa álvarsligar likamligar og sálarligar skaðar. 

 

 Sonja Khush, deildarstjóri, sigur, at fólk hjá Red Barnet í Ukraina fylgja við ógvusligu avleiðingunum, sum kríggið í Ukraina hevur við sær fyri bæði børn og familjur.

 

- Heimurin noyðist at gera okkurt nú, leggur hon aftrat.

 

 

 

Síðan russisku innrásina í Ukraina eru í miðal fimm børn antin dripin ella særd í krígnum - um dagin.