Beint eftir døgurða lat ein nýggj heimasíða hjá Tórshavnar kommunu upp. Síðan er gjørd í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið av Havnini sum sjálvstøðug kommuna Klokkan gott 13 trýsti borgarstjórin á knøttin, sum lat upp fyri einari nýggjari heimasíðu hjá Tórshavnar kommunu.
Síðan er stovnað í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu, og hugtakið aftan fyri er, at allir borgarar í kommununi kunnu verða við til at skriva søguna hjá kommununi gjøgnum hundrað ár.
Nú síðan lat upp eru longu fleiri hugminningar inni, eins og fleiri áhugaverd, um enn stutt filmsklipp eisini liggja á síðuni.
Síðan finst sum eitt link hjá vanligu heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, men hevur annars einki við hana at gera sum so.
Í sambandi við hesa nýggju heimasíðuna verða eisini savnað saman filmsklipp, sum ætlanin er at seta saman til ein hálvan tíma langan film, sum skal greiða frá søguni hjá kommununi í livandi myndum. Ætlanin er at senda hendan DVD út til hvørt einasta húsarhald í kommununi einaferð fyrrapartin av juli mánað.
Tað verður samskiparin hjá kommununi í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið, Birgir Kruse, sum fer at umsita síðuna, sum felagið Substanz hevur sniðgivið.










