Í sambandi við viðmerkingar um at Kringvarpið ikki sendi frá 100 ára haldinum í Tvøroyrar Kirkju Kristi Himmalsferðardag, skal eg gera vart við, at vit eisini harmast um hetta. Vit høvdu sjálvsagt sent frá hesum – um vit vóru kunnað um hetta tiltakið frammanundan. Sjónvarpið hevur líka síðani byrjanina í 1984 varpað guðstænastur og møtir inn í stovurnar hjá fólki. Hesar sendingar eru tiknar upp kring alt landið, og vit hava helst verið í øllum kirkjum og flestu samkomuhúsum upp til fleiri ferðir. Hendan hátíðardagin varð sent úr Sørvági í staðin fyri av Tvøroyri. Tí skal hetta eisini vera ein áheitan á tey, sum varða av kirkjum, samkomuhúsum og tílíkum, um vinarliga at kunna okkum um slík tiltøk í góðari tíð frammanundan.