Fyri eini tíð síðan sakk meira enn 100 ára gamli deksbáturin, Makrelurin 2, við bryggju í Skopun. Báturin er tikin upp aftur og stendur nú á bryggjuni. Tað eru privatir, sum eiga bátin.
Men, ivi hevur verið um, hvat skal gerast, nú báturin er gamal, og alt hevur ligið undir í sjógvi.
Tað var Elias (Johansen) í Rættará, sum bygdi bátin í 1919, og hesi stívliga 100 árini hevur hann havt fleiri nøvn. Fyrsta navnið var Jóhanna TG 480.
- Vit hava samskift við eigararnar, sum eru positivir, og bygdarráðið er sinnað at taka sær av bátinum. Hugskotið er at seta hann á ein vakran blett sum eitt minnisprýði við omankoyringina til Skopun.
Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri, sum heldur fyri, at honum dámar hugskotið væl.
- Í einari gamlari sending úr Hvalba havi eg hoyrt, hvønn týdning júst hesin bátur hevði fyri bygdina.
Hann vísir á, at tað er ikki ókent aðrastaðni at varðveita gamlar bátar uppi á landi. Hetta sígga vit eitt nú í Sørvági, og í Íslandi er hetta rættiliga vanligt. Ein slíkur bátur, sum er farin um tey 100, er eitt savn í sær sjálvum.
- Eg síggi fyri mær, at ljósini á bátinum eru tendrað í myrkrinum og lýsa upp á staðnum. Jú, eg haldi, at hetta er eitt frálíkt hugskot, sigur Gerhard Lognberg.










