100 ára gávur lýsa

Í løtuni verða lampur settar framvið gøtuni sunnanfyri og vestanfyri Vatnið vesturi á Eiðinum í Vági Í oktober mánað í fjør hátíðarhildu vágbingar saman við so mongum øðrum hundrað ára føðingardagin hjá Vágs kommunu.

Tá vórðu nógvar gávur handaðar kommununi, og nú verða nakrar teirra at síggja í ljósum loga í orðsins sanna týdningi, veit heimasíðan hjá Vágs kommunu, vagur.fo, at siga:

-At ganga túr runt Vatnið, vesturi á Eiðinum í Vági, verður nógv brúkt av vágbingum og vitjandi. Gøta er fyrr gjørd framvið Vatninum. Oljugrús er lagt á, so tað er gott gangandi tann 1,2 km langa teinin.

Í løtuni eru arbeiðsmenn hjá kommununi í holt við at seta upp lampur við Vatnið. Lampurnar verða settar framvið gøtuni sunnanfyri og vestanfyri Vatnið. Fyrr hevur bert ljós verið á norðaru síðuni - út móti bilvegnum.

Hetta er framhald av arbeiðnum, sum gjørt varð fyrr í ár, har fríðkað varð um økið runt Ósan.

Seinni verður gøta gjørd framvið ánni, Laksá, sum rennur frá Vatninum. Tá alt arbeiðið er liðugt, verður gangandi runt Vatnið, út eftir gøtuni framvið Ósagarði og heilt út til Líðarveg.

Lampurnar eru ein av mongu gávunum kommunan fekk á hundrað ára degnum. Tær eru latnar av Gudmundi Larsen.

Arbeiðið við Ósan og framvið ánni vestur til Vatnið er gjørt við stuðli frá Innlendismálaráðum.

Kommunnan heitir á fólk um at fara væl um, so hesar lampur framyvir kunnu lýsa gøtuna upp og samstundis vera ein fragd fyri eygað, verður sagt á vagur.fo.