100 ára føðingadagur á Lágargarði

Mikudagin 28. mai varð stórt hátíðarhald á Lágargarði í Havn.

Eitt av búðfólkunum, Margretha Egholm úr Havn, fylti 100 ár. Føðingardagurin var frá kl. 15 og 18. Umleið 250 fólk komu á gátt hendan dagin. Millum tey vitjandi vóru Birgit Kleis ríkisumboð, Anfinn Kallsberg løgmaður og Jan Christiansen borgarstjóri. Páll á Reynatúgvu landsstýrimaður og Petra Johnsdóttir Joensen almannastjóri hildu talu.