100 ára búmerkið avdúkað

Á samkomu í Mullers Pakkhúsi í dag varð búmerkið fyri hundrað ára haldið hjá Tórshavnar kommunu avdúkað. Búmerkið, sum listamaðurin Ole Wich hevur gjørt í samstarvi Bent Kjærbæk, grafikara, ímyndar talið 100. Hetta er eisini áramálið, sum Tórshavnar kommuna hevur verið fólkavald kommuna í, í 2009. Í búmerkinum finna vit eisini hamara Tórs, almenna búmerkið hjá Tórshavnar kommunu.

Reyða og bláa litin kenna vit úr kortum, ímyndandi hav og land. Somu litir, reytt, blátt og hvítt, kenna vit úr flagginum og í búmerkinum hjá Havnini, hamara Tórs.

Kommunan sigur millum annað á heimasíðu sínari, at hamarin er reyður og sker seg í bláu rundingarnar. Fyrri blái rundingurin er sjónarringurin og alt tað, sum er sjónligt. Seinni rundingur er víðkaði sjónarringurin, heimsfevnandi sjónarvinkulin, ið grípur framtíðina og letur Havnina upp fyri umheiminum. Reyði liturin bendir á vøkstur og framgongd, men eisini passjón og útferðarhug. Í so máta stendur blái liturin fyri ró og dýpd.

Vit kunnu fara enn nærri og síggja, at reyði hamarin er býurin og hvíta nevið er gamla Havnin ? Tinganes ? ið sker seg út í bláu vágna og skilir vøtnini.

Vit kunnu verða enn málvísari og siga, at reyði hamarin er pílurin, ið peikar fram og ber boð um, at her er vøkstur, framgongd og trivnaður.

Samstundis er hamarin, ella reyði pílurin, bundin at havinum, sum í øldir hevur verið inn- og útgongdin í Havnini.

Bláa havið fyllir nógv hjá fólki í Tórshavnar kommunu. Flestu hava útsýni yvir fjørðin og síggja lættliga fyri sær mánan yvir Nólsoyarfjørð, sum vit syngja um og siga søgur um.