100 ár við hvítusunnurørsluni

Oslo: Farna vikuskiftið var stórt hátíðarhald, í samband við at 100 ár eru liðin síðani hvítusunnurørslan sá dagsins ljós.

Í samband við hátíðarhaldið var norski krúnprinsurin, Haakon boðin við og fekk hann heiðurssess á stóra tiltakinum leygarkvøldið.

Tað var upprunaliga norski metodistapresturin Thomas B. Barrat sum byrjaði hesa rørsluna í 1907. Síðani hevur rørslan breitt seg kring allan heimin, eisini til okkara oyggjar.

Í Europa roknar ein við at 4 mió fólk eru við rørsluni, umframt eini 700 mió. kring allan heimin.

Sambært enska blaðnum “The Economist” er hvítusunnurørslan at meta sum “uppreisnin hjá kristindóminum”, meðan ein norskur fjølmiðil skýrdi rørsluna sum eina “heimsumfevnandi kollvelting”.

- Í veruleikanum veksur hvítusunnurørslan skjótari enn islam í triðja heiminum, varð sagt í eini framløgu hetta hátíðarkvøldið.

Umboð úr 30 londum vóru við til hátíðarhaldið, millum annað úr Kenya her triðingurin av fólkinum eru hvítusunnuvinir. Nevnast kann, at í Guatemala eru 60 % av teimum kristnu hvítusunnukarismatikarar.