100 ár síðani V. U. Hammershaimb doyði

Í dag, 8. apríl, eru liðin 100 ár síðani V. U. Hammershaimb doyði.

V. U. Hammershaimb er kendur sum faðirin hjá skftmáli føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið.

Vit hoyra ofta sagt, at tað var V. U. Hammershaimb, sum gav okkum bókstavin ð, og rætt er tað. Við íblástri frá vinmanni sínum, Jón Sigurðsson, professara og málfrøðingi úr Íslandi, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis, sum tað verður framborið.

Hammershaimbsættin er gomul í Føroyum. Fyrstur í Føroyum av hesi ætt var langabbi V. U. Hammershaimb, Jørgen Frants de Hammershaimb, sum var føddur í Keypmannahavn 31. oktober í 1688. Hann starvaðist hjá Gablunum, og kom soleiðis til Føroya at verða fúti í 1723. Hann giftist sama ár við danskari konu, og fingu tey tvey børn. Konan doyði tíðliga, og tá giftist Jørgen Frants de Hammershaimb uppaftur við Elisabeth Christine Samuelsdatter, dóttir Samuel Pedersen Lamhauge, løgmann, í Nýggjustovu í Havn.

Tey fingu 13 børn – og eitt teirra var V. U. Hammershaimb, sum eisini var fúti. Hann fekk sonin Jørgen Frants Hammershaimb, sum var Føroya síðsti løgmaður, áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816.

Jørgen Frants giftist eisini í Nýggjustovu í Havn, eins og abbin – við Armgard Mariu Egholm, og fingu tey bæði sonin Venselslaus Ulricus Hammershaimb, og dótrina Marie Louise Hammershaimb, sum var ógift.

V. U. Hammershaimb var prestur og próstur í Føroyum. Hann flutti í 1878 til Danmarkar, har hann doyði 8. apríl í 1909, júst fyltur 90 ár.