100 milliónir til børn og ung

Hesa ferð koma meira enn 10 milliónir krónur tí barna- og ungdómsarbeiði til góðar, sum Ítrótta­samband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið varða av

Tær samanlagt 10 milliónir krón­ur­nar býtir Sp/f Ítróttavedding soleiðis út millum tey trý, at Ítróttasamband Føroya fær góðar seks milliónir krónur, meðan Føroya Ung­dómsráð og Mentamálaráðið fáa góðar tvær milliónir krónur í part.
Samlaða upphæddin hesa ferð, sum er tilsamans 10 milliónir og 71.000 krónur, er tann næststørsta, sum verður lutað út, síðani farið var undir samstarvið millum Sp/f Ítróttavedding og donsku vedd­ingartænastuna í 1998. Bara í 2005, tá upphæddin var 10,2 milliónir, hev­ur hilnast betur.
Upphæddin, ið verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til árs, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil, og tískil hevur árið í fjør verið eitt av teimum bestu í so máta.
Øll hesi árini, síðani tað bar til at vedda í Føroyum, eru yvir 100 milliónir krónur lutaðar út til barna- og ungdómsarbeiði, og er hetta eitt stórt og týdningarmikið íkast til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.