Egyptaland bleiv land nummar hundrað, sum viðurkendi Kosovo sum fullveldi, og stjórnin í Pristina sær júst hesa viðurkenninga sum ein varða á leiðini ímóti fullari altjóða viðurkenning.
Heimsins elsta land, Egyptaland, hevur nú alment viðurkent yngsta fullveldi í Europa, Kosovo, skrivaði uttanríkisráðharrin, Enver Hoxhaj, í einum boðum á Twitter.
Kosovo lýsti seg sum fullveldi og tók loysing frá Serbia í 2008, og millum teirra, ið hava viðurkent Kosovo sum fullveldi, eru eitt nú USA og 22 av teimum 27 ES-londunum.