Leygardagin 14. juni skipa Eiðis kommuna og Eiðis kirkja fyri konsert við Marius í Eiðis kirkju.
Kanska tað mest serliga við hesi konsertini, í mun til aðrar kirkjukonsertir, er at hon ikki er ókeypis. Kostnaðurin er 100 krónur. Áki Leitisstein Hansen sigur, at tað er í tøttum samstarvi við bæði kirkjuráð og prest í Eiðis kirkju, at avgerðin um at selja atgongumerki er tikin. Tá hann verður spurdur, hvat peningurin fer til, er svarið, at yvirskotið fer til Eiðis kommunu, at styrkja um trivnaðar- og ferðavinnuarbeiði í kommununi.
Áki Leitisstein Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis kommunu, er sera spentur upp á hesa konsertina. Marius er eitt av spennandi føroysku tónleikanøvnunum í løtuni og gera í hesum døgum eina nýggja fløgu. Eiðis kirkja er eitt framúrskarandi høli, og vónirnar eru góðar til eina góða og spennandi konsert.
Aftan á konsertina verður høvi at støkka inn á gólvið til málningaframsýning hjá Sigrun Gunnarsdóttir. Á henda hátt kunnu fólk njóta bæði tónlist og myndlist, sigur Áki Leitisstein Hansen.