Umleið 100 grindahvalir og delfinir hava gjørt landgongd á tveimum oyggjum sunnan fyri Avstralia. Á oynni New Year Island vórðu umleið 80 hvalir funnir deyðir í gjár, og hinir lógu á einari sandstrond á oynni King Island. Tað vóru lokalir fiskimenn, sum komu fram á hvalirnar, og teir halda, at teir eru helst komnir inn á sandin hósdagin.
ABC News sigur, at tað eydnaðist sjálvbodnum hjálparfólki at fáa umleið 20 hvalir útaftur, men at teir flestu komu innaftur og doyðu har.
Avstralsku myndugleikarnir siga, at so nógvir hvalir hava ikki gjørt landgongd har síðani 2009, tá umleið 200 hvalir rendu seg upp á turt á King Island.