ÍSLANDSFERÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin
- Vit høvdu vónað, at vit kláraðu at fylla ein buss. Vit vóru jú eisini nakað sein úti við hesum túrinum, men undirtøkan hevur næstan tikið okkum á bóli, sigur Annika Larsen Black, søluleiðari hjá Smyril Line á heimamarknaðinum.
Nú vórðu tey í staðin noydd at taka tveir bussar við, sum báðir verða fullfermdir.
- Tað eru ikki meiri enn 14 dagar síðani, at túrurin fekst í lag. Vit hugsaðu um, at vit áttu at gjørt meiri við Íslandssiglingina, og so kom hugskotið at seta okkum í samband við Óla Jacobsen at vita, um hann hevði havt áhuga at verði ferðaleiðari á túrinum, og tað játtaði hann, sigur Annika Larsen Black.
Túrurin gongur í morgin til Bakkafjørðin, har vitjað verður á flakavirkinum. Fleiri hundraðtals føroyingar eiga síni spor har, og Óli Jacobsen greiðir frá søguni um føroyingarnar á Bakkafjørðinum.
Mikudagin verður so vitjað í smiðjuni, telegrafstøðini og í kirkjuni og kirkjugarðinum í Seyðisfirði. Har liggja fimm føroyingar grivnir, sum fórust við Riddaranum í 1927.
Siglt verður aftur av Seyðisfirði mikukvøldið, og komið verður á Havnina klokkan 15 hósdagin.










