Nú skulu fleiri grundstykki útvegast í Tórshavnar Kommunu.
Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur og næstformaður í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Býráði.
Tórshavnar Býráð arbeiðir nú við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár og íløguætlanina fyri tey næstu árini.
- Ynskini eru mong, staðfestir Tróndur Sigurðsson.
Men hann staðfestir samstundis, at tað er eitt mál, sum at kalla allir býráðslimir eru púra samdir um, og tað er, at grundstykki eru ein stórt trotvøra í Havn.
Tað er eisini semja um, at nettupp grundstykki eru ein fortreyt fyri at menna og styrkja Havnina.
Tróndur Sigurðsson vísir á, at tað standa eini 300 fólk á bíðilista hjá Tórshavnar Kommunu at fáa grundstykki.
- Ein fjølbroyttur bústaðarmarknaður er ein neyðug íløga í framtíðina. Tað er eitt neyðugt átak fyri at fáa bilbugt við fólkafráflytingina, sum stendur við og versnar, sigur Tróndur Sigurðsson.
- So skulu vit koma bíðilistanum til lívs, er tað neyðugt at gera stórar útstykkingar.
Hann sigur, at tí fer umsitingin hjá Býráðnum nú at kanna, hvussu grundstykki kunnu útvegast, og, hvussu tað er best at gera tað.
Sjálvur er hann sannførdur um, at ein stór útstykking er bíligari upp á seg enn ein minni útstykking, so har fær kommunan mest fyri pengarnar.
- Í hesum sambandi ætla vit í býráðnum at gera eina útstykking við umleið 100 grundstykkjum, sigur Tróndur Sigurðsson.
- Táið ein stór útstykking upp á seg er bíligari enn ein minni útstykking, fer eisini at bera til at halda prísinum hjá teimum sum keypa stykkini, so langt niðri, sum tilber.
- Ein útstykking ber somuleiðis við sær hópin av arbeiði til byggivinnuna, sum eisini gagnar føroyska samfelagnum.
Tróndur Sigurðsson sigur, at enn er ikki avgjørt, hvar útstykkingin verður. Men eitt økið er á Hamrinum á Argjum, men meiri sannlíkt er at hon verður í Marknagili, omanfyri Skúladepilin, sigur hann.