100 føroyingar endaðu í Bergen

Kvøldflogfarið úr Keypmannahavn fekk ikki sett seg í Vágum í kvøld og vendi tískil aftur til Bergen, har ferðafólk og manning gista i nátt.

Flogfarið er fullsett, so í løtuni er óvist um teir 100 føroyingarnir, sum eru við, lukkast heim til Føroya at greiða atkvøðu til løgtingsvalið í morgin.

Men skiparin, Hans Christian Petersen, hevur tó góðar vónir og ætlar sær at lenda í Vágum um ellivutíðina í morgin fyrrapartin, eru likindi til tess.

Tá flogfarið fleyg yvir til Bergen, varð skipað fyri veljarakanning umborð og úrslitið verður kunngjørt á hotellinum seinni í kvøld.