Meðan vit í Føroyum nú brynja okkum til ein nýggjan umgang av koronu, hátíðarhalda tey í Nýsælandi, at 100 dagar eru liðnir, síðan nakar er vorðin smittaður í Nýsælandi.
Seinastu ferð, at nakar varð smittaður í Nýsælandi, var 1. mei, bert fáar dagar eftir, at samfelagið har lat eitt vet upp aftur.
Í løtuni eru 23 tilburðir av koronu í Nýsælandi - allir í sóttarhaldi - men hesi eru øll smittað í útlondum, og hava síðani ferðast til Nýsælands.
Góða eftirlitið við ferðafólki og góð smittusporing hevur ført við sær, at nýsælendska stjórnin hevur latið samfelagið upp aftur. Stjórnin ávarar kortini ímóti, at fólk halda, at nú er sloppið, tí so er ikki.
– Uttanlands hava vit sæð, hvussu skjótt smittan kann koma aftur og spjaðast har, sum tamarhald áður var á henni, og vit mugu vera til reiðar at handfara allar nýggjar tilburðir sum skjótast, sigur Ashley Bloomfield, doktari og stjóri fyri nýsælendska heilsuverkið, sambært BBC.