Ein ógvusligur hópsamanstoytur á motorvegnum millum Skurup og Ystad í Suðursvøríki fyrrapartin hevur kravt í hvussu er trý mannalív.
Bjargingartænastan sigur, at umleið 50 persónbilar og 50 lastbilar vóru uppi í samanstoytinum, sum var umleið klokkan hálvgum ellivu okkara tíð. Sambært bjargingartænastuni hava millum 15 og 20 fólk fingið skaða.
Sjónvarpið TV4 sigur, at fleiri sjúkrabilar vóru uppi í samanstoytinum, og at teir tí ikki kundu hjálpa teimum, sum høvdu fingið skaða. Harafturat er tað sera torført hjá øðrum sjúkrabilum at sleppa til vanlukkustaðið, tí hendingin hevur elvt til ruðuleika í ferðsluni. sigur TV4.