100 ára gomul brandpumpa í Sørvági

Tá In.fo vitjaði í Sørvági um dagarnar, sluppu vit at síggja hesa elligomlu brandpumpu.

Tá In.fo vitjaði í Sørvági um dagarnar, sluppu vit at síggja hesa elligomlu brandpumpu, sum stendur inni á Brandstøðini í Sørvági. Hóast hon er 100 ára gomul, er hon neyvan hin elsta í Føroyum kortini.

 

Tað er Sørvágs kommuna, ið hevur borið fíggjarliga kostnaðin av at seta hesa gomlu brandpumpu í stand aftur, og tað er hegnismaðurin, Esbern Joensen, sum hevur pussað pumpuna upp.

 

Hóast nógv er skift út á 100 ára gomlu brandpumpuni, er eisini nógv eftir av tí gamla og upprunaliga. Henda pumpan hevði ikki gjørt stórar skreytir, um stórur eldur komu í, men hon er ein dýrgripur, sum minnið um farna tíð.

 

Brandpumpan í Sørvági hevur sína søgu, og hana kennur Esbern Joensen, sum er maðurin vinstru megin á myndini, so væl sum nakar. Maðurin høgru megin er borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen.