100-150 arbeiðspláss í Havn í vanda

Gera politikararnir einki, eru teir ikki sína uppgávu vaksnir

Ætlanin at endurreisa gamla fiskavirkið, Bacalao, í Havn, er ikki komin á mál enn. Og enn er óvist, nær nakað hendir, ásannar Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Arbeiðarafeløgini í Havn hava lagt stóran dent á at fáa virkið endurreist, men tað eydnaðist ikki at fáa føroyskar íleggjarar at seta pening í virkið.

 

Tískil leitaðu tey sær uttanlands, og á Bornholm hevur Espersen Fisk víst stóran áhuga at vera við til at endurreisa Bacalao. Hans Joensen sigur, at hetta kundi skapt 100-150 arbeiðspláss í Havnini.

- Tað hevði fingið øgiliga stóran týdning fyri Havnina og samfelagið, sigur hann

 

Men staðfestir samstundis, at ætlanin er hótt, tí vandi er fyri, at virkið fer ikki at fáa atgongd til rávøru.

 

Tað er ein sannroynd, at fiskiskapurin er versnaður. Men tað eisini ein sannroynd, at minni og minni verður selt um Fiskamarknað Føroya, tí tað verður vanligari og vanligari, at skipini verða tengd at ávísum virkjum, sum tey so avreiða til, fast.

 

Hans Joensen heldur, at hetta er ein stórur vandi. Og hann heldur, at taka politikararnir ikki hetta vandamálið upp, eru teir ikki sína uppgávu vaksnir.

 

Hann heldur, at tað átti at verið so sjálvsagt, at tann størsti parturin av tí, sum verður fiskað undir Føroyum, verður seldur á uppboðssølu, har øll sleppa at bjóða. Og hann skal eisini virkast í Føroyum fyri at skapa arbeiði her. Her hugsar hann bæði um fisk, sum verður fiskaður undir Føroyum, og um fisk, føroysk skip fiska á fjarleiðum.

 

Hann ivast ikki í, at hetta hevði verið gagnligt fyri allar partar Tað hevði fingið fiskaprísin upp, og sostatt hevði hýran hjá fiskimonnum hækkað og raksturin hjá skipunum hevði batnað.

 

Men tað hevði sanniliga eisini verið gott fyri samfelagið, tí fáa allir partar meiri burtur úr. Tað sigur seg sjálvt, at sleppa fleiri at kappbjóða um fiskin, hevði prísurin farið upp, og tað hevði kastað nógv av sær í øllum samfelagnum.

 

Tí heldur Hans Joensen, at tað er beinleiðis ábyrgdarleyst av politikarum bara at lata standa til. Og hann sigur, at hann fer at biðja vinnunevndina hjá løgtinginum, og politikarar annars, um fund at greiða teimum frá støðuni.

 

- Fáa vit ikki atgongd til fisk, verður tað ómøguligt at seta virksemi í gongd, sigur hann.

 

- Tað skuldi verið so púra natúrligt, at fólksins ogn fer um eina føroyska uppboðssøla, so øll møguleika at bjóða í eini roynd at fáa sum mest burturúr til samfelagið. Hava politikararnir ikki tann hugburðin, er okkurt galið, leggur hann afturat.