Fyrst í januar handaði MT Højgaard Landssjúkrahúsinum fyrsta arbeiðsstigið av nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.
Bygningurin er nú reistur og liðugt stoyptur. Talan er um 14.500 fermetrar í fimm hæddum. Gunnar Gregoriussen, deildarleiðari hjá MT Højgaard, vísti Sosialinum runt í nýggja bygninginum.
Hann greiðir frá, at fyrsta byggistig var at seta skrokkin upp, og nú verður farið undir at loka hann.
- Bygningurin er avhendaður fýra mánaðir áðrenn tíð og vit vóna, at vit kunnu handa annað byggistig eisini áðrenn tíð, sigur Gunnar Grækarisson. Hann viðgongur tó, at veður og vindur má sær ráða, og higartil í ár hava teir longu mist 18 arbeiðsdagar.
- Annað byggistig skal eftir ætlan vera liðugt um ársskiftið, men vit vóna at verða lidnir tíðliga í heyst, sigur hann.
Nýggi H-bygningurin skal hýsa føðideildini, psykiatriska deplinum, køkinum og seingjardeildum. Røntgendeildin, skurðstovur og serlæknar verður alt verandi í hinum bygningunum. Øll seingjarplássini vera í einastovum við baði og vesi.
Á niðastu hædd í H-bygninginum er parkeringskjallari gjørdur.
- Hann var ikki við í upprunaligu tekningunum, so vit vóru byrjaðir at stoypa, áðrenn farið var undir at gera lendið klárt, her sum p-kjallarin nú er. Vit máttu tí samskipa arbeiði, soleiðis at vit skiftivís stoyptu og sprongdu, fyri at ristingarnar frá spronginini ikki skuldu oyðileggja stoypingina. Tað var torført, men arbeiðsfólkini loystu uppgávuna til fulnar, sigur Gunnar Grækarisson.
Bygningurin er 25 metrar høgur. Tilsamans er talan um 4.600 rúmmetrar ella 100.000 tons av betongi. Á tveimum hæddum verða gamli og nýggi bygningurin knýttir saman. Verandi inngongd og forhøll verður framhaldandi høvuðsinngongdin í nýggja Landssjúkrahúsið.
Eitt nýbrot, sum ikki er brúkt higartil í Føroyum, og kanska ikki í Norðurlondum, sambært Gunnari Grækarisson, er ein seingjalyfta.
- Hon er í høvuðsheitum automatisk. Tað vil siga, at tá starvsfólkini seta eina skitna song inn í hana, verður hon koyrd niður í vaksikjallaran, har hon verður vaskað, og síðani koyrd inn í næstu lyftu. Tað vil siga, at í aðrari lyftuni stendur alla tíðina ein rein song til reiðar hjá starvsfólkunum at taka, greiðir Gunnar Grækarisson frá.
Játtanin til H-bygningin er 507,9 milliónir krónur og Gunnar Grækarisson sigur, at hetta fyrsta arbeiðsstigið er fullført innan fyri játtanina og uttan nakran mangul.
- Tað er serliga Landsverki og FAERPORT II, arkitektunum, at takka, at arbeiðið hevur gingið so væl. Eyðun Petersen, byggileiðari hjá Landsverki, hevur prógvað, at hann er í serflokki á hesum økinum, og ymisku partarnir í FAERPORT-samtakinum hava eisini prógvað sítt virði, sigur Gunnar Grækarisson.
FAERPORT II eru somu partar, sum teknaðu terminalin á flogvøllinum. Tað eru Selmar Nielsen arkitektur (SNA), Landsbyggifelagið (LBF) og Sofus M. Jacobsen (SMJ). Árni Winther Arkitektar var partur av samtakinum inntil SNA keypti felagið.
Nýggi bygningurin skal eftir ætlan vera liðugur í 2021.









