Í gjárkvøldið bar In.fo tíðindini um ein ferðavinnubát, sum hevði siglt á bryggjuna í Barentsburg á Svalbard, og at fleiri fólk høvdu fingið skaða av stoytinum.
Norska heimasíðan - www.nordlys.no - skrivar í kvøld, at 37 av teimum umleið 125 fólkunum, sum vóru við bátinum, fingu ymiskar skaðar. 10 meiðslaði fólk vórðu flutt av Svalbard og á sjúkrahús í Tromsø, harav ein hevði fingið álvarsligar skaðar.
Við NRK í dag sigur dagligi leiðarin í Arctic Explorer, Stein-Are Blæss Paulsen, at snúningarnir á motorinum í bakborðssíðu á ferðavinnubátinum øktust, tá báturin skuldi leggja til bryggju við stýriborðssíðu fyri. Úrslitið varð, at báturin broytti kós og sigldi inn í bryggjuna við umleið fimm míla ferð.
Hendingin í Barentsburg gjørdi, at bæði tyrlur, sjúkraflutningsflogfør og sjóverjuskip noyddust til verka. Haraftrat vórðu níggju sjúkrarøktarfrøðingar og læknar send til Svalbards at hjálpa til.
- Enn er ov tíðlig at siga endaliga, hvat hendi, tá ferðavinnubáturin sigldi á bryggjuna. Vit fara at gera avhoyringar og tekniskar kanningar, men einki bendir á, at hendingin hevur nakað við rúsdrekka at gera, siga tey á sýslumansskrivstovuni á Svalbard.
Barentsburg er russiskur námsbýur á Spitsbergen, sum liggur umleið 40 kilometrar í ein útsynning sunnan úr Longyearbýnum.